info
Ongi úrslit

Løgmaður bið­ur um frá­greið­ing um fyrnda Bakka­frost-málið

Beinir Johannesen heldur, at tað er ónøktandi, at málið móti Bakkafrost dró so leingi út, at Føroya Rættur metti tað vera fyrnt. Hann hevur biðið danska løgmálaráðharran greiða frá longu viðgerðartíðini.

Eirikur Lindenskov
16. november 2026 kl. 17:58

Beinir Johannesen, løgmaður, vil hava greiðu á, hví viðgerðin av málinum móti Bakkafrost tók so langa tíð. Tað kemur fram í einum skrivligum svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, 16. november.

– Eg haldi tað vera óheppið og eg haldi tað ikki vera nøktandi, at hetta málið hevur drigið so nógv út og endar við at vera fyrnt, sigur løgmaður í svarinum.

Løgmaður hevur eisini spurt danska løgmálaráðharran, hvørji stig verða tikin fyri at tryggja, at mál verða avgreidd innan rímiliga tíð. Tá ið frágreiðingin er komin, fer hann at taka støðu til, um krøv kunnu setast fyri at forða fyri, at revsimál fyrnast, og hvørji krøv talan kann vera um.

Bjarni Hammer spurdi eisini, um løgmaður fer at kanna, hvørt onnur mál eru í vanda fyri at fyrnast. Løgmaður sigur, at hann vil fáa greiðu á, hvussu mál, sum longu eru meldað, og mál, sum verða meldað framyvir, kunnu verða kannað og viðgjørd rættstundis. Hann leggur samstundis dent á, at einstøk mál skulu vera vard fyri politiskari uppíblanding.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Moldova

3 minuttir síðan
Tíðindi

Lions Club Tórshavn heldur 60 ára stovningardag

42 minuttir síðan
Fótbóltur

Eyðun og hansara menn hava kós móti uppflyting

1 tími síðan
Tíðindi

Her er tann nýggi James Bond

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Áki Samuelsen hevur lagt Føroyar á odda

2 tímar síðan
Tíðindi

Lærlingadagur í Tórshavnar kommunu

2 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Olavson vart ph.d.-ritgerð um kreppustýringina undir koronufarsóttini

2 tímar síðan
Tíðindi

Fótbóltur: Gera seg klár til landsdystin

3 tímar síðan
Lýsingagrein

Keyp appin ger tað lættari at fara til handils

3 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian verður fremsti maður í dag

4 tímar síðan
Fótbóltur

Viljormur og Odmar vóru við í minniliga novembersigrinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Heilsustýrið kannar skíggjanýtslu og heilsu hjá ungum í Føroyum

4 tímar síðan