Fýra mál eru til viðgerðar á tingfundinum í morgin, týsdagin 17. november. Fyrst á skránni er uppskotið hjá Tjóðveldi um at taka løgregluna, ákæruvaldið og brotsmálaumsorganina undir føroyskt ræði frá 1. januar 2028.
Málið kemur til aðru viðgerð. Meirilutin í Uttanlandsnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið og vísir á, at landsstýrið er í ferð við at dagføra frágreiðingina um eina møguliga yvirtøku. Tað arbeiðið verður væntandi liðugt í 2027. Minnilutin tekur undir við yvirtøku og vísir á, at týðandi avgerðir um løgreglu og ákæruvald í Føroyum í stóran mun verða tiknar í Danmark.
Vil hava eina felags tilbúgvingarætlan
Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri skjýtur upp, at landsstýrið endurskoðar og samskipar tilbúgvingarætlanirnar fyri Føroyar og leggur eina frágreiðing fyri Løgtingið. Uppskotið leggur upp til eina felags ætlan fyri, hvussu myndugleikar, stovnar og kommunur skulu samstarva í neyðstøðum, við greiðari ábyrgd og felags venjingum. Málið fær fyrstu viðgerð og verður síðani beint í Vinnunevndina.
Skattafrí viðbót til fyrrverandi fyritíðarpensjónistar
Tvey uppskot hjá Tjóðveldi snúgva seg um at geva fólkapensjónistum, sum áður hava fingið fyritíðarpensjón, eina mánaðarliga eftirlønarviðbót. Viðbótin skal roknast út frá tí, sum viðkomandi hevur fingið útgoldið í fyritíðarpensjón síðani 1. januar 2022.
Annað uppskotið ásetir, hvør hevur rætt til viðbótina, og hvussu hon verður roknað. Hitt broytir skattalógina, so viðbótin verður skattafrí. Ætlanin er, at bæði uppskotini skulu fáa virknað frá 1. januar 2027. Eftir fyrstu viðgerð fara tey í ávikavist Trivnaðarnevndina og Fíggjarnevndina.
Seinasta punkt á skránni er sum altíð framløga.