info
Ongi úrslit
Myndin er tikin á einum Nato-toppfundi í Washington i 2024, tá Jens Stoltenberg var Nato-aðalskrivari

- Vit gjørdu ov lítið fyri at hjálpa og stuðla Ukraina

- Høvdu vit veitt Ukraina meira stuðul fyrr í tilgongdini, hevði Ukraina í dag verið í einari betri støðu, enn landið er í nú, sigur fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg

Vilmund Jacobsen
16. november 2026 kl. 21:59

Fyrrverandi Nato-ovastin í tíggju ár og núverandi norski fíggjarmálaráðharrin, Jens Stoltenberg, heldur, at Nato-lond gjørdu alt ov lítið fyri at hjálpa Ukraina fyri russisku innrásina í 2022.

- Tað kundi verið soleiðis, at um stuðulin hevði verið nóg stórur, so kundi hetta gjørt, at Russland ikki leyp á, sigur Jens Stoltenberg í samrøðu við norska Dagbladet.

Hann vísir á, at serliga í tíðini eftir, at Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014 og fram til, at Russland leyp á landið hin 24. februar í 2022, gjørdu Nato-lond alt ov lítið fyri at hjálpa og stuðla Ukraina.

- Vit vóru fleiri, sum arbeiddu við at veksa um stuðulin til Ukraina, men vit samdust ikki, ásannar hann.

Nú - tvey ár eftir, at hann fór úr starvinum sum Nato-aðalskrivari - dylur hann ikki fyri, at USA var millum londini, sum ikki vildi veita Ukraina álopsvápn.

- Høvdu vit veitt Ukraina meira stuðul fyrr í tilgongdini, hevði Ukraina í dag verið í einari betri støðu, enn landið er í nú. Hetta hevði gjørt, at Ukraina í dag ikki hevði havt mist so nógv av sínum landi til Russland.

Jens Stoltenberg heldur eisini, at hevði Nato hjálpt Ukraina nógv fyrr í tilgongdini, hevði russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki hildið tað verið møguligt at tikið Ukraina.

Meira um hetta kann lesast í www.dagbladet.no

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Bilar

Tesla fer at byggja sjálv­koyr­andi bil­ar í Týsk­landi

28 minuttir síðan
Fótbóltur

Thomas Frank tek­ur við botn­lið­num í Premier League

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjar samrøður millum Ukraina, USA og ES

2 tímar síðan
Tíðindi

Altjóða da­gur móti harð­skapi móti kvinn­um

2 tímar síðan
Tíðindi

38 lond eru ótrygg um kjarnorkutrygd í Ukraina

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Moldova

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður bið­ur um frá­greið­ing um fyrnda Bakka­frost-málið

4 tímar síðan
Tíðindi

Lions Club Tórshavn heldur 60 ára stovningardag

4 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun og hansara menn hava kós móti uppflyting

4 tímar síðan
Tíðindi

Her er tann nýggi James Bond

5 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Áki Samuelsen hevur lagt Føroyar á odda

6 tímar síðan
Tíðindi

Lærlingadagur í Tórshavnar kommunu

6 tímar síðan