info
Ongi úrslit

76 staðfest deyð í eldi

Í morgun varð sagt, at 35 fólk vóru deyð í herviligum eldi umborð á einari ferju á Filipsoyggjunum, men nú verður sagt, at talið av deyðum er komið upp á 76

Vilmund Jacobsen
55 minuttir síðan

Talið av deyðum, eftir at eldur kom í eina ferju á Filipsoyggjunum hósdagin, er nú komið upp á 76.

Tað upplýsir bjargingartænastan á Filipsoyggjunum sambært Reuters.

Fyrr í morgun frættist, at talið av deyðum var komið upp á 35, men stúrt varð fyri, at talið fór at veksa.

Ferjan, MV June Aster, loysti í Baseco á Manila og var á veg til Coron í landslutinum, Palawan, tá eldur kyknaði í lastini.

Sagt verður, at skjótt stóð alt skipið í ljósum loga.

Sambært ferðafólkalistanum vóru tilsamans 134 fólk við MV June Aster - 117 ferðafólk, og manningin taldi 17.

Tá eldurin kyknaði, vórðu 30 ferðafólk og 13 av manningini bjargað á lívi, vita útlendskir miðlar at siga í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

14 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kann gera Føroyar til land við ongum útláti

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Geza skoraði framúr vakurt langskotsmál fyri Grimsby Town

39 minuttir síðan
Tíðindi

Fiskivinnufeløg krevja grønlendskar kvotur bodnar út av nýggjum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Poul Kallsberg skoraði sigursmálið hjá Hillerød

1 tími síðan
Tíðindi

Vesturevropa hevði heitasta summarið nakrantíð

1 tími síðan
Tíðindi

Bjóða 1.750 fermetrar í Saltangará út til bústaðarbygging

2 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen ætlar sær eitt valskeið afturat

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein revolutión sum skuldi fáa Føroyar inn í nútíðina

3 tímar síðan
Tíðindi

Alt opið undan svenska valinum í morgin

4 tímar síðan
Uttanlands

Minst 35 deyð eftir ferjueld á Filipsoyggjum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nanortalik valdi at fara úr stórkommununi

5 tímar síðan
Tíðindi

Gekk seg fastan oman fyri Tjørnuvík

6 tímar síðan