info
Ongi úrslit

Fiskivinnufeløg krevja grønlendskar kvotur bodnar út av nýggjum

Trý fiskivinnufeløg finnast at grønlendska landsstýrinum fyri at hava lagt dent á viðurskifti, sum sambært feløgunum ikki vóru partur av treytunum í útboðnum.

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
Eirikur Lindenskov
1 tími síðan

Tað hevur elvt til ónøgd í grønlendsku fiskivinnuni, at felagið SiKu Trawl hevur fingið tillutað stórar kvotur til havgangandi fiskiskap.

Felagið fekk 18. august tillutað 2.468,5 tons av svartkalva, 1.950 tons av toski og 166,6 tons av kalva.

Sambært Sermitsiaq mótmæla Halibut Greenland, Inua Fisheries Greenland og ein medeigari í Avalleq avgerðini.

Kritikkurin snýr seg serliga um, at landsstýrið hevur lagt dent á ætlanirnar hjá SiKu Trawl um at menna fiskivinnu og framleiðslu í Narsaq í Suðurgrønlandi.

Sambært mótmælunum var menning í einum ávísum øki ikki eitt krav í útboðnum. Feløgini halda tí, at umsóknirnar ikki eru viðgjørdar eftir frammanundan kunngjørdu treytunum.

Halibut Greenland og Inua Fisheries Greenland vilja hava kvoturnar bodnar út av nýggjum.

Landsstýrið hevur í grundgevingini víst á, at SiKu Trawl er eitt nýtt felag við nýggjum aktørum og ætlanum um at styrkja vinnumenningina í Suðurgrønlandi.

Tá Sermitsiaq skrivaði um málið, arbeiddi miðilin framvegis við at fáa Peter Borg, landsstýrismann í fiskivinnumálum, at svara atfinningunum.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

14 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kann gera Føroyar til land við ongum útláti

18 minuttir síðan
Fótbóltur

Geza skoraði framúr vakurt langskotsmál fyri Grimsby Town

38 minuttir síðan
Tíðindi

76 staðfest deyð í eldi

53 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Poul Kallsberg skoraði sigursmálið hjá Hillerød

1 tími síðan
Tíðindi

Vesturevropa hevði heitasta summarið nakrantíð

1 tími síðan
Tíðindi

Bjóða 1.750 fermetrar í Saltangará út til bústaðarbygging

2 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen ætlar sær eitt valskeið afturat

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein revolutión sum skuldi fáa Føroyar inn í nútíðina

3 tímar síðan
Tíðindi

Alt opið undan svenska valinum í morgin

4 tímar síðan
Uttanlands

Minst 35 deyð eftir ferjueld á Filipsoyggjum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nanortalik valdi at fara úr stórkommununi

5 tímar síðan
Tíðindi

Gekk seg fastan oman fyri Tjørnuvík

6 tímar síðan