Í dag var Poul Kallsberg við frá dystarbyrjan, tá Hillerød á heimavølli tók ímóti AB á leikvøllinum í Helsingør, og tað angrar høvuðsvenjarin ikki.
Tá 11 minuttir vóru leiktir skoraði Poul sigursmálið. Íslendski Jakob Sigurðsson spældi bóltin hegnisliga til Poul, ið snýtti verjuleikaran hjá AB, og sendi bóltin framvið málverjanum í netið til 1-0 til Hillerød, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Talan er um fyrsta málið hjá Poul í hesum kappingarárinum.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja sigursmálið hjá Hillerød.
Frá bæði Sofascore og Soccerstand fær Poul karakterin: 7,6 (av 10 møguligum) fyri leikliga avrikið í dag.
Hillerød er nummar átta í deildini við átta stigum fyri átta dystir, so sigurin í dag kom sera væl við.