Summarið 2026 fer í veðurlagssøguna í Vesturevropa.
Nýggj tøl frá Copernicus Climate Change Service vísa, at miðalhitin í Vesturevropa frá juni til august var 21,69 stig. Tað er 2,54 stig oman fyri miðalhitastigið í tíðarskeiðnum 1991–2020.
Harvið varð gamla metið frá 2003 tikið. Tað summarið var tá mett sum eitt heilt serligt undantak, men myndin er broytt nógv síðani. Øll summur í Vesturevropa síðani 2015 hava verið heitari enn miðal.
Dagsins mynd hjá Copernicus vísir, hvussu stór hitafrávikini vóru kring Vesturevropa í summar. Sambært ERA5-dátunum var hetta heitasta summarið síðani í minsta lagi 1979 í nærum øllum Onglandi, Wales og Belgia og í stórum pørtum av Fraklandi, Spania, Italia, Sveis og Eysturríki.
August setti eisini met
Hitin helt fram heilt til endan av summarinum.
August 2026 var heitasti augustmánaður, sum nakrantíð er skrásettur í heiminum. Miðalhitin á jørðini var 16,96 stig – 0,85 stig oman fyri miðaltalið fyri 1991–2020.
August var samstundis, saman við juli 2023, heitasti mánaður, sum Copernicus hevur skrásett yvirhøvur.
Hitin í august var 1,65 stig oman fyri miðalhitan í árunum 1850–1900, sum verður brúktur sum grundarlag fyri hitanum undan ídnaðartíðini.
Fyri Evropa sum heild var summarið 2026 tað triðheita nakrantíð. Tað vóru sostatt serliga vestaru partarnir av Evropa, sum í ár settu nýtt met.
Copernicus upplýsir, at hitabylgjurnar í Vesturevropa byrjaðu longu í mai og hildu fram gjøgnum summarið. Samstundis vóru stór øki merkt av turki, lítlum vætuinnihaldi í jørðini og sera lágari vatnstøðu í fleiri av stóru áunum í Evropa.