David Geza Turi var av trúføstu fjepparunum hjá Grimsby Town valdur at vera teirra besti leikari í august.
Geza lønaði fjepparunum aftur við enn einum góðum avriki, tá Grimsby á heimavølli vann 2-0 á Bristol Rovers í dysti í League Two.
Tá klokkan vísti 40 minuttir sendi Geza eitt dundur langskot í netið. Ein sokallaðan: "Screamer", sum tey nevna tað í Bretlandi. Vit vóna at hava hæddarpunktini frá dystinum tøk seinni í dag.
Kieran Green skoraði fyrra málið í 22. minutti.
Hetta er fyrstu ferð í nærum 20 ár, at Grimsby vinnur á Bristol Rovers.
Fyri góða leikliga avrikið í dag fær Geza karakterin: 8,0 (av 10 møguligum) frá Sofascore, og karakterin: 7,6 frá Soccerstand.
Grimsby er við tveimum sigrum og fýra javnleikum framvegis ósigraðir, og eru við 10 stigum fyribils triðfremst í deildini.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur Grimsby aftur dyst á heimavølli. Hesaferð móti Crawley Town.