Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku kvinnudeildini í hondbólti í kvøld.
Í báðum førum gjørdist talan um tap, men føroysku leikararnir avrikaðu væl.
Inga Maria Roysdóttir (myndin) skoraði níggju mál upp á 13 málroyndir, og hon legði upp til eitt mál, tá lið hennara, Stjarnan á heimavølli tapti 28-32 fyri Haukum. Í fyrra hálvleiki haltaði, og var Haukar á odda 18-12 í steðginum.
Stjarnan hevur tvey stig fyri fýra teir fyrstu dystirnar í kappingini.
Joan R. Johannesen, Agatha Kjærbæk Djurhuus og liðfelagarnir í KA/Þór taptu á heimavølli 27-35 (13-17) fyri Vali.
Agatha skoraði fimm mál upp á seks málroyndir, og Joan skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir. Joan legði eisini upp til eitt mál.
KA/Þór hevur framvegis fyrsta stigið til góðar aftaná fýra teir fyrstu dystirnar.