Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, tá løgreglan kannaði ferðsluna í Fuglafirði við skúlatíð. Orsøkin var, at børn í bilunum ikki vóru bundin.
Hetta var partur av einum samdøgri við nógvum ferðslulógarbrotum. Sambært vaktleiðaranum skrásetti løgreglan 19 brot til samans.
Í Fuglafirði vórðu tveir bilførarar máldir at koyra ávikavist 119 og 102 kilometrar um tíman, har hámarksferðin var 80. Í Leirvík varð ein máldur at koyra 116 kilometrar um tíman á einum strekki, har loyvt var at koyra 80.
Ein annar bilførari fekk klipp fyri at yvirhála, har tað ikki var loyvt.
Í Runavík varð ein bilførari máldur at koyra 72 kilometrar um tíman í bygdum øki og fekk bót. Í Sunda kommunu fekk ein klipp fyri at koyra 78 kilometrar um tíman, har hámarksferðin var 60.
Løgreglan steðgaði eisini einum prutli í Klaksvík, har fleiri viðurskifti vóru í ólagi. Prutlið koyrdi ov skjótt, fleiri fólk vóru á tí, og nummarpláta vantaði og harvið var eingin trygging.
Í Sunda kommunu vórðu tvey prutl tikin fyri at koyra ov skjótt í gjárkvøldið. Eitt manglaði nummarplátu, og ein førari hevði ikki koyrikortið, sum krevst til stórt prutl.
Í Hoyvík var ein tikin fyri at koyra 107 har tað er loyvt at koyra 80 km um tíman, og fyri tað fekk hann klipp í koyrikortið.