Rúnar Hammer og liðfelagarnir í Stoholm hava enn bara upplivað tap í hesum kappingarárinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Fríggjakvøldið tapti Stoholm sætta dystin á rað hetta kappingarárið, tá teir á útivølli taptu 23-30 fyri Lemvig-Thyborøn. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-14.
Rúnar skoraði trý mál. Tvey av teimum vóru upp á brotskøst.
Sunnudagin 11. oktober hevur Stoholm dyst á útivølli móti Team Sydhavsøerne.
Fríggjakvøldið taptu Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge á heimavølli 32-37 (16-20) fyri Aarhus, ið ikki hevði Róa Ellefsen á Skipagøtu millum málskjúttarnar hesaferð.
Aarhus er nummar fimm í deildini við átta stigum. Køge er nummar 10 við fýra stigum.