info
Ongi úrslit

Vestmanna skal viðgera gjald fyri tóm hús

Vestmanna kommuna skal mikudagin taka støðu til eitt mál um tænastugjald á tóm býli í kommununi.

Eirikur Lindenskov
23. november 2026 kl. 08:30

Tað sæst í fundarskránni fyri bygdarráðsfundin 25. november.

Enn er ikki upplýst, hvussu stórt eitt møguligt gjald verður, ella hvørji býli tað skal fevna um.

Við in.fo 10. oktober segði Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, at tað stóðu umleið 50 hús tóm í Vestmanna sambært einari fyribils uppgerð.

Hon segði tá, at kommunan hevði arbeitt við einum lista frá fólkayvirlitinum yvir hús, har eingin er skrásettur at búgva. Arbeiðið var tá ikki liðugt, men fyribils uppgerðin vísti umleið 50 tóm hús av teimum knappiliga 800 húsunum í bygdini.

– Eg vil, at vit kanna møguleikan og vísa bygdarráðslimunum, hvat kann koma inn, og hvat tað kostar kommununi, segði Sára Jógvansdóttir.

Og mikudagin er málið so á skránni hjá bygdarráðnum.

Á sama fundi skal bygdarráðið eisini viðgera skattaprosent og barnafrádrátt fyri 2027 og samtykkja fíggjarætlanina fyri komandi ár.

Harumframt er eitt uppskot um broytingar í samstarvsavtaluni hjá eldrasamstarvinum VEKS á skránni.

Fundurin verður á kommunuskrivstovuni mikudagin klokkan 17.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Zelenskyj: Ukra­ina leyp á tvey russ­isk skip við Libya

0 minuttir síðan
Tíðindi

MYNDIR: Ellivu deyð eftir russ­iskt dronu­álop á bú­stað­ir nær Kyiv

30 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar aftur um avpressing á netinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 76 mál í 10 dystum

9 tímar síðan
Tíðindi

Íleggjarar lofta aftur Frihedsbrevet

9 tímar síðan
Hondbóltur

Sætta tapið á rað hjá Bergsøy

9 tímar síðan
Hondbóltur

GOG var fyri fyrsta tapinum - Skanderborg Aarhus vann

10 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

10 tímar síðan
Tíðindi

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

11 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

11 tímar síðan
Tíðindi

Norsk fiskamóttøka á húsagang eftir løgregluátak

11 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

12 tímar síðan