info
Ongi úrslit

Løgreglan ávarar aftur um avpressing á netinum

Ein samrøða á netinum endaði við kravi um pengar og hóttan um at almannakunngera myndir og upptøkur. Vaktleiðarin sigur, at løgreglan javnan fær fráboðanir um slík mál.

Eirikur Lindenskov
23. november 2026 kl. 07:45

Løgreglan hevur aftur fingið eina fráboðan um avpressing á netinum. Ein persónur helt seg skriva við eina kvinnu, men sambært vaktleiðaranum vísti tað seg at vera ein maður, sum stóð aftan fyri samskiftið.

Tá samrøðan gjørdist intim, kravdi maðurin pengar og hótti við at almannakunngera myndir og upptøkur av samrøðuni.

Vaktleiðarin sigur, at avpressarar í slíkum málum eisini hótta við at senda myndirnar til vinir hjá tí, sum verður avpressaður. Verða pengar fluttir, verður ofta kravt meira.

Áheitanin frá løgregluni er at lata vera við at fara í slíkar samrøður á netinum við fólk, ein ikki kennir.

Beint fyri klokkan fýra í nátt fekk løgreglan boð um, at ein jakki og ein taska vóru stolin á Essabarr í Havn. Ymiskt var í taskuni, og løgreglan hevur skrásett málið sum stuldur.

Um hálvgum eitt í nátt varð ein ær ákoyrd í Vágum. Ærin doyði, og eigarin hevur fingið boð. Vaktleiðarin sigur, at slíkar ákoyringar koma javnan fyri í myrku tíðini.

Í gjár fekk løgreglan boð um ein metallut, sum lá á koyribreytini í Norðoyatunlinum, nakrar hundrað metrar frá tunnilsmunnanum Leirvíksmegin. Luturin varð tikin av vegnum.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 76 mál í 10 dystum

7 tímar síðan
Tíðindi

Íleggjarar lofta aftur Frihedsbrevet

8 tímar síðan
Hondbóltur

Sætta tapið á rað hjá Bergsøy

8 tímar síðan
Hondbóltur

GOG var fyri fyrsta tapinum - Skanderborg Aarhus vann

8 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

9 tímar síðan
Tíðindi

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

9 tímar síðan
Tíðindi

Norsk fiskamóttøka á húsagang eftir løgregluátak

10 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

11 tímar síðan
Tíðindi

Demokratarnir fáa størsta meirilutan í 34 ár

11 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag í dansifrøi

12 tímar síðan
Tíðindi

Burn: Kyndil og Team Klaksvík vunnu greiðar sigrar

12 tímar síðan