Stjarnan er aftast í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum við bert tveimum stigum fyri 10 dystir.
Tó er ein føroysk sólskinssøga at boða frá í øllum myrkrinum . Inga Maria Roysdóttir hevur í hesum 10 dystunum skotið heili 76 mál. Also 7,6 mál í miðal.
Sunnudagin var Inga Maria vald at vera besti leikarin á vøllinum, tá Stjarnan í Heklu-høllini í Garðabær tapti tepurt 23-24 fyri ÍR, ið var á odda 11-9 í steðginum.
Inga Maria skoraði átta mál upp á 11 málroyndir. Hon legði eisini upp til eitt mál, og hon vann liðnum eitt brotskast. Hin føroyski leikarin hjá Stjörnuni, Natasja Hammer, ið hevur stríðst seg aftur aftaná barnsburð skoraði trý mál upp á seks málroyndir, og hon vann liðnum eitt brotskast.
Nú verður EM-steðgur. Stjarnan spælir aftur leygardagin 12. desember dyst á útivølli móti Fram.