info
Ongi úrslit

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

Edit Bugge, annaðmálsgranskari, fer at hava fyrilestur í Kongshøll 30. oktober klokkan 14 undir heitinum "Málførleikar, integratión og avleiðingarnar av málroyndum"

Dagfinn Olsen
15. oktober 2026 kl. 18:50

Føroyamálsdeildin bjóðar til almennan fyrilestur í Kongshøll á Vestaru Bryggju um sera aktuella og týdningarmikla evnið, "Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum".

Tað er royndi annaðmálsgranskarin, Edit Bugge, sum fer at halda fyrilesturin.

Seinastu tjúgu árini hava flestu londini í Europa samtykt lógir um, at tilflytarar skulu klára málroyndir og samfelagskunnleikaroyndir, um tey skulu fáa ríkisborgararætt og/ella varandi uppihaldsloyvi.

So hvørt sum alsamt fleiri lond seta slík krøv í verk, verður tørvurin á at granska samfelagsligar avleiðingar av hesi serligu nýtslu av málroyndum størri.

Í fyrilestri sínum fer Edit Bugge at leggja fram høvuðsúrslitini frá altjóða granskingarverkætlanini IMPECT, sum hon stóð á odda fyri frá 2021 til 2025.

IMPECT er oddanevni fyri enska heitið Linguistic Integration of Adult Migrants with Poor Education and the Consequences of Migration Tests.

Meira kann lesast um IMPECT á heimasíðuni hjá Høgskulan på Vestlander HER.

IMPECT-verkætlanin varð sett í verk sum svar upp á áheitanir um at skjalprógva og kanna avleiðingar av, at málroyndir verða brúktar til at stýra tilflyting og integratión. Verkætlanin snúði seg serliga um vaksnar tilflytarar, sum ikki hava fingið serliga nógva skúlagongd sum ung, ella sum hava avbjóðingar við lesi- og skriviførleikum, og sum tí stríðast við at standa krøvini. Hetta hevur við sær, at summir bólkar skipað verða útihýstir frá demokratiskum rættindum og tryggleika.

Í verkætlanini greinaðu tey úrslit frá royndum hjá 80.000 fólkum, gjørdu samrøður við tilflytarar í Noregi og Danmark og við lærarar í Eysturríki, Danmark, Grikkalandi, Írlandi, Italia, Hollandi, Noregi og Svøríki. Harumframt vórðu politiskar og fyrisitingarligar frágreiðingar úr 20 limalondum í Europaráðnum greinaðar. Somuleiðis varð ein spurnakanning gjørd við lærarum í somu 20 europeisku londum: Eysturríki, Belgia (bæði flamsk- og franskmæltu partarnir), Bulgaria, Kekkia, Danmark, Finnlandi, Fraklandi, Týsklandi, Grikkalandi, Írlandi, Italia, Niðurlondum, Noregi, Póllandi, Rumenia, Slovenia, Spania, Svøríki og Bretlandi.

Við støði í úrslitunum frá IMPECT-granskingarverkætlanini fer Edit Bugge eisini at leggja fram nakrar tilráðingar um, hvussu krøv og royndir kunnu skipast á ein hátt, sum hevur færri skaðiligar avleiðingar við sær fyri tilflytarar og samfeløg.

Fyrilesturin, sum er almennur, varir umleið í 45 minuttir, og síðani hava áhoyrarar høvi at seta spurningar.

Myndina eigur Glasir. Hon var tikin í desember 2024, tá 30 næmingar stóðu fyrsta skeiðið har í føroyskum sum annaðmál. Fyrilesturin hjá Edit Bugge snýr seg um tann bólkin av tilflytarum, sum ikki hevur atgongd til skeið sum hetta vegna vantandi skúlagongd ella vegna avbjóðingar við lesi- og skriviførleikum

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

11 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

22 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

6 minuttir síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

36 minuttir síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

1 tími síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

1 tími síðan
Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

2 tímar síðan
Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

2 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina sigur seg hava rakt seks russisk bumbuflogfør

3 tímar síðan
Tíðindi

At spæla við eld

3 tímar síðan
Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

5 tímar síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

5 tímar síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

5 tímar síðan
Tíðindi

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

6 tímar síðan