Tað varð avgjørt við atkvøðugreiðslu í svenska Ríkisdegnum í morgun, sambært TT. Norlén hevur verið talman síðan 2018.
Eftir valsigurin hjá Socialdemokraterna og reyð-grøna vonginum fyrr í september varð annars roknað við, at nýggi formaðurin fór at koma úr Socialdemokraterna.
Men í gjárkvøldið boðaði Vänsterpartiet frá, at flokkurin fór at stuðla Andreas Norlén úr Moderaterna.
Tað broytti politisku støðuna. Magdalena Andersson, forkvinnan í svenska Javnaðarflokkinum, boðaði fyrr morgun frá, at hon fyribils gevst við royndini at skipa stjórn.
– Vänsterpartiet fór saman við Moderaterna. Nú er ein nýggj samanseting komin fram, og so er tað rímiligt, at ein av flokkunum í hesi nýggju samanseting fær møguleikan, segði Andersson sambært Expressen.
Áðrenn atkvøðugreiðsluna hevði SVT eisini víst á, at Vänsterpartiet kundi brúka valið av talman til at vísa Socialdemokraterna á, at stuðulin frá Vänsterpartiet er neyðugur í eini nýggjari stjórnarskipan.
Andreas Norlén varð fyrstu ferð valdur talman í 2018 og heldur sostatt fram í sessinum eftir átta ár.
-
©