ES vil vera við, at Russland í framtíðini fer at gera seg enn meira inn á Evropa.
Uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, sigur, at Russland leggur til rættis fleiri sabotasjuatgerðir og álop móti demokratinum í Evropa.
Kaja Kallas kemur við hesum útsagnum fyri fundin millum verjumálaráðharrarnar í ES, sum verður í Brüssel.
Uttanríkisleiðarin sigur ikki, hvat hon ítøkiliga hugsar um, tá hon umrøður russiskar atgerðir.
Hinvegin vísir hon á fregnartænastuupplýsingar, sum siga, hvørji mál Russland hevur við sínum atgerðum.
- Endamálið hjá russum er at spjaða og ræða Evropa og fáa okkum at halda aftur við at hjálpa Ukraina, sigur Kaja Kallas.