Í morgin klokkan 17 spælir fótbóltslandsliðið annan dystin í bólki 3 í Nations League Deild C.
Dysturin verður móti Moldova á Stadionul Zimbru leikvøllinum í Chișinău.
KVF vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Í fyrsta umfarinum leiktu Føroyar javnt 1-1 móti Kasakstan á Tórsvølli, meðan Moldova á útivølli tapti 0-2 fyri Slovakia.
Fótbóltslandsliðið hevur á fýra sinnum leikt kappingardystir móti Moldova.
Fyrsti dysturin var leiktur 25. mars í 2021 í Chișinău. Talan var um ein HM-undankappingardyst. Moldova legði seg á odda longu í níggjunda minutti av dystinum, men Meinhard E. Olsen tryggjaði Føroyum javnleik 1-1 sjey minuttir undan dystarloki.
Tá liðini spældu returdyst á Tórsvølli 7. september í 2021 eydnaðist tað okkara at vinna higartil einasta sigurin á Moldova. Klæmint A. Olsen í 68. minutti og Heini Vatnsdal fýra minuttir seinni syrgdu fyri einari føroyskari 2-0 leiðslu. Moldova minkaði um munin móti dystarenda, men kom lukkutíð ikki nærri einum javnleiki.
Aðru ferð Føroyar leiktu í Chișinău endaði tað aftur við javnleiki 1-1. Í EM-undankappingardysti 24. mars í 2023 legði Mads Boe Mikkelsen Føroyar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Okkara høvdu sigurin í pottinum stóran part av dystinum, men í Ion Nicolăescu við einum brotssparki.
Í returdystinum á Tórsvølli fingu okkara frammanfyri 2.710 áskoðarum ein vátan vøtt. Átta minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Vadim Rață skoraði sigursmálið hjá Moldova, og fyrsta tapið hjá okkara fyri Moldova var veruleiki.
Kelda: FaroeSoccer