info
Ongi úrslit
© Jessica Gow/Ritzau Scanpix
Magdalena Andersson sigur, at hon í løtuni ikki kann skipa svenska stjórn

Stuðul til ting­for­mann fær And­ers­son at gev­ast við stjórn­ar­royndini

Vänsterpartiet ætlar at stuðla valevni hjá Moderaterna til formann í svenska ríkisdegnum. Magdalena Andersson sigur, at hon tí ikki sær møguleika fyri at skipa stjórn.

Eirikur Lindenskov
28. september 2026 kl. 11:17

Magdalena Andersson, forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum, Socialdemokraterna, gevst við royndini at skipa stjórn. Tað sigur hon sambært svensku tíðindastovuni TT.

– Í løtuni er eingin møguleiki fyri, at eg kann skipa stjórn, sigur hon.

Boðini koma, hóast flokkur hennara og reyðgrøni vongurin vunnu ein tepran sigur á valinum fyrr í mánaðinum. Reyðgrønu flokkarnir fingu tilsamans 176 sessir, meðan fráfarandi stjórnarflokkarnir Moderaterna, Liberalerna og Kristdemokraterna saman við Sverigedemokraterna fingu 173.

Sverigedemokraterna hevur verið stuðulsflokkur hjá fráfarandi stjórnini. Flokkurin, sum serliga leggur dent á ein stramman útlendingapolitikk, fekk 17,5 prosent av atkvøðunum og gjørdist triðstørsti flokkur í ríkisdegnum. Socialdemokraterna gjørdist størsti flokkur við 28 prosentum.

Sunnukvøldið boðaði Vänsterpartiet frá, at flokkurin fer at stuðla Andreas Norlén úr Moderaterna sum formanni í ríkisdegnum. Nýggi tingformaðurin skal veljast í dag.

Vänsterpartiet hevur undirstrikað, at stuðulin til Norlén ikki broytir stuðulin hjá flokkinum til Andersson sum forsætisráðfrú.

Sambært Andersson er avgerð hennara um at sleppa stjórnarroyndini ein avleiðing av, at Vänsterpartiet stuðlar Norlén. Tað skrivar Expressen.

– Vänsterpartiet fór saman við Moderaterna. Nú er ein nýggj samanseting, og tí er tað rímiligt, at ein av flokkunum í henni fær møguleikan, sigur Andersson sambært svenska miðlinum.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

13 tímar síðan

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Gos broytti skap á kendari gosoyggj

12 minuttir síðan
Tíðindi

Russland leggur til rættis sabotasjuatgerðir í Evropa

1 tími síðan
Tíðindi

Heil oyggj í Hetlandi er sett til sølu

1 tími síðan
Tíðindi

Skrúvu­guðs­tæn­ast­ur­nar byrja aftur

1 tími síðan
Tíðindi

Námsfrøðiligt eftirlit framt við seks tilboðum hjá Almannaverkinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Tøk grundstykkir eru á Húsum og í Svínoy

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava Før­­oy­ar, Grøn­land og Ís­land at styrkja trygd­ar- og verju­samstarvið

2 tímar síðan
Tíðindi

Seglbátur á veg úr Havn misti mastrina við Hetland

2 tímar síðan
Tíðindi

Magdalena Andersson gevst við royndini at skipa stjórn

3 tímar síðan
Tíðindi

Kann seyðahald gera okkum meira sjálvbjargin?

3 tímar síðan
Tíðindi

Skattur og orku­trygd á skránni í Løg­tingi­num í dag

4 tímar síðan
Fótbóltur

Royndur dómari til dystin millum Moldova og Føroyar

5 tímar síðan