info
Ongi úrslit

Urtagarðurin hjá John Havn er vakrast í Klaksvík

Heiðurin sum vakrasti blómugarður fekk urtagarðurin hjá Lydiu Petersen

Vilmund Jacobsen
28. september 2026 kl. 12:42

Aftur í ár skipaði Klaksvíkar kommuna fyri kappingini, Vakrasti urtagarður. Borgarar fingu møguleika at tilnevna egnan urtagarð til kappingina - ella at tilnevna ein urtagarð, sum eftir teirra tykki hevði eina viðurkenning uppiborna.

- Nú summarið er liðugt, og urtagarðarnir hava staðið í fagrasta blóma, hevur dómsnevndin avgjørt at heiðra tveir urtagarðar. Ein fyri vakrasta handverk og ein fyri vakrasta blómugarð.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag verður sagt, at heiðurin fyri vakrasta handverk átti urtagarðurin hjá John Havn, Oman Reyðhús 16, Klaksvík, og heiðurin sum vakrasti blómugarður átti urtagarðurin hjá Lydiu Petersen, Vágsheygsgøta 2, Klaksvík.

Dómsnevndin hevði m.a. hesi skotsmál:

Oman Reyðhús 16:

“Dentur er lagdur á tað vakra grótlaðingararbeiðið, sum er sera væl úr hondum greitt og gjøgnumført kring alla ognina. Grótlaðingarnar eru væl tillagaðar umhvørvinum og geva ognini ein serstakan dám, sum bæði er vakur og haldførur.

Somuleiðis ber til at síggja, at nógv orka og nærlagni eru løgd í arbeiðið, sum í síni heild er við til at skapa ein sera hugnaligan og væl hildnan hava.”

Vágsheygsgøta 2:

“Urtagarðurin er eyðkendur av sínum ríka og fjølbroytta úrvali av blómum og runnum, sum skapa eitt sera vakurt og livandi farvuspæl. Tað sæst týðiliga aftur, at bæði núverandi og fyrrverandi eigarin hava havt ein serligan tokka fyri teimum ljósreyðu og lilla litunum, sum geva urtagarðinum ein serstakan samleika.

Somuleiðis prýða fleiri vøkur og eldri trø urtagarðin, millum annað eitt 60 ára gamalt áhorntræ, sum er ein týðandi partur av heildarmyndini.

Tað sæst væl, at nógv tíð, arbeiði og nærlagni er lagt í havan, sum fram stendur sera væl hildin og innbjóðandi. Heildin er ein vakur blómugarður, sum bæði gleðir eygað og er ein prýði fyri grannalagið”.

Í dómsnevndini sótu Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, Heðin Askham, Vakurt, og skrivari var Sonja N. Thomsen, Klaksvíkar kommuna.

Høvuðsvinningurin var eitt gávukort á 3.000 krónur og ein merkispláta til minnis um heiðurin.

- Vit vóna at síggja fleiri urtagarðar til komandi kapping um vakrasta urtagarð, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Fleiri myndir síggjast á www.klaksvik.fo

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

14 tímar síðan

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Andreas Norlén heldur fram sum formaður í Ríkisdegnum

56 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Føroyar hava tvær ferðir leikt javnt í Chișinău

1 tími síðan
Tíðindi

Gos broytti skap á kendari gosoyggj

1 tími síðan
Tíðindi

Stuðul til ting­for­mann fær And­ers­son at gev­ast við stjórn­ar­royndini

2 tímar síðan
Tíðindi

Russland leggur til rættis sabotasjuatgerðir í Evropa

2 tímar síðan
Tíðindi

Heil oyggj í Hetlandi er sett til sølu

2 tímar síðan
Tíðindi

Skrúvu­guðs­tæn­ast­ur­nar byrja aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Námsfrøðiligt eftirlit framt við seks tilboðum hjá Almannaverkinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Tøk grundstykkir eru á Húsum og í Svínoy

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava Før­­oy­ar, Grøn­land og Ís­land at styrkja trygd­ar- og verju­samstarvið

3 tímar síðan
Tíðindi

Seglbátur á veg úr Havn misti mastrina við Hetland

3 tímar síðan
Tíðindi

Magdalena Andersson gevst við royndini at skipa stjórn

4 tímar síðan