á Borg 9/11-2026
9/5-1828: Handan dagin keypti hvalbingurin, Andras Mortansson, Argir á uppboðssølu norðuri í Saksun.
KIRKJAN: Spennandi verður, um nýggja Argja kirkja (við gróti) er liðug á 200 ára degnum.
SJÓSAVNIÐ: Hvussu langt man arbeiðið við Sjósavninum á Argjum vera komið um hálvt annað ár?
VIÐARLUNDARTJØRNIN: Man ætlaða tjørnin á skúlans viðarlundarøki oman fyri Støðlagøtu og nýggju kirkju vera veruleiki 9/5-2028?
BYGDARHJARTAÐ: Ikki minst spennandi verður at síggja, hvussu Tórshavnar kommuna fer at fríðka og skipa aldagamla býlingin í og oman fyri Støðna, har minnisvarðin, Mataráin, neyst og kirkjugarður teirra spitalsku eru.
Verður pláss fyri endurreisn av spitalskusjúkrahúsinum millum minnisvarðan og Mataránna?
ÁIRNAR: Hvussu hava áirnar tað annars á Argjum (av Argjaboða heim í Sandagerði): Argjaboðaá, Argjagarðsá, Mataráin, Tváttá (Tvættá), Rossá, Sandá o.a.? Hvussu er støðan umhvørvisliga? Kemur Rossá undan kavi aftur niðan fyri Glyvursveg?
BØGARÐURIN: Munnu bøgarðarnir fara at søma seg tiltiknu grótmonnunum á Argjum, tá vit nærkast 200 ára degnum?
E.S.: AB! 2026 varð eitt gott AB-ár. U21 føroyameistarar og í steypsfinaluni, 2. deild vann seg upp í 1. deild, meistaradeildarliðið verður verandi í meistaradeildini! Hjartaliga til lukku, góðu tit! Blíðan byr fram á leið!
Við fjálgari argjakvøðu
Eyðun á Borg