info
Ongi úrslit

Aksel vil hava rentu av rentu

Hósdagin fer Løgtingið at viðgera nýggjar reglur um skuld til tað almenna. Uppskotið skal gera innkrevjingina hjá TAKS einfaldari, men merkir eisini, at skuldarar skulu gjalda rentu av rentuni á írestandi skatti

John Johannessen
10. november 2026 kl. 12:26

Tey, sum ikki hava goldið skattin rættstundis, skulu framyvir eisini gjalda rentu av ógoldnari rentu.

Tað er ein av broytingunum í lógaruppskotinum hjá Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, sum kemur til fyrstu viðgerð á tingi hósdagin.

Í dag verður renta ikki roknað av rentuni á írestandi skatti. Tað verður hon hinvegin longu av millum annað mvg-skuld og tollskuld. Við uppskotinum skulu reglurnar gerast eins.

Rentan verður eftir uppskotinum 0,7 prosent fyri hvønn byrjaðan mánað. Ógoldin renta verður sostatt løgd oman á skuldina, og síðani verður eisini renta roknað av henni.

Reglur frá 1894 skulu avtakast

TAKS umsitur í dag 51 lógir, og reglurnar um rentur og gjaldfreistir eru ymiskar. Nakrar lógir hava ongar rentureglur, meðan aðrar hava fleiri. Elsta lógin um innheinting er frá 1894.

Ætlanin er at savna reglurnar í eina lóg og avtaka fleiri av teimum gomlu lógunum.

Arbeiðið er partur av nýggju telduskipanini hjá TAKS, Kjarnanum. Einfaldari reglur skulu gera tað lættari at menna og reka skipanina og avgreiða fleiri mál sjálvvirkandi.

Sambært Fíggjarmálaráðnum er endamálið ikki, at landið skal fáa meira ella minni inn í rentum. TAKS væntar, at samlaði munurin verður lítil, men eingin neyv útrokning er gjørd. Fyri einstaka skuldaran kann broytingin tó fáa ymiskar avleiðingar, alt eftir hvør skuldin er.

Pant eftir sjey dagar

Vinnuhúsið tekur undir við at gera reglurnar einfaldari, men heldur tað vera stutta freist, at panting kann fremjast longu sjey dagar eftir seinasta rættstundis gjalddag.

Panting merkir, at TAKS tekur pant í ogn hjá skuldaranum sum trygd fyri skuldini.

Fíggjarmálaráðið vísir á, at sjey daga freistin longu stendur í rættargangslógini, og heldur tað vera rættast at hava somu freist í báðum lógum.

Vinnuhúsið eftirlýsir eisini eitt hámark fyri gjaldið fyri panting. Gjøldini verða tó varðveitt í uppskotinum.

Rentureglurnar bíða

Ætlanin er, at lógin fær gildi 1. januar 2027. Nýggju reglurnar um rentur og gjaldfreistir skulu tó ikki fáa gildi tá.

Tær skulu bíða, til viðkomandi partur av nýggju telduskipanini er klárur, og neyðugar broytingar eru gjørdar í hinum lógunum, sum TAKS umsitur. Uppskot um hesar fylgibroytingar skal eftir ætlan leggjast fyri tingið á vári 2027.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nasa søkir astronautar sum vilja búgva á mánanum

12 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj verð­ur fyrsti út­lendski ríkis­leið­ar­in at tala í fólka­tings­sal­inum

32 minuttir síðan
Tíðindi

Samráðingarnar í Abu Dhabi eru byrjaðar

1 tími síðan
Tíðindi

Sjófólk rakt av sjúku kunnu fáa fíggjarligan stuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Faðirvár fær nýtt orðaljóð á donskum

2 tímar síðan
Tíðindi

Sunnudagin verður marknaðardagur

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglufólk úr øllum Danmark verja Zelenskyj

2 tímar síðan
Tíðindi

Tín jólahjálp í Á verður tvífaldað

3 tímar síðan
Tíðindi

Útróður á føroyska landgrunninum

3 tímar síðan
Tíðindi

Gud gev mær tín frið

3 tímar síðan
Tíðindi

Politiið sær ofta tilfar sum er gjørt við vitlíki

4 tímar síðan
Tíðindi

Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum

4 tímar síðan