info
Ongi úrslit
© Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix
Henrik Frandsen, fólkatingsformaður, og restin av formansskapinum tóku mánadagin avgerð um at lata Volodymyr Zelenskyj tala í fólkatingssalinum mikudagin. Savnsmynd.

Zelenskyj verð­ur fyrsti út­lendski ríkis­leið­ar­in at tala í fólka­tings­sal­inum

Ukrainski forsetin fer í morgin at tala í fólkatingssalinum á Christiansborg. Avgerðin er bert galdandi fyri hesa einu vitjanina, sigur fólkatingsformaðurin.

Eirikur Lindenskov
10. november 2026 kl. 12:06

Søga verður skrivað, tá ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í morgin umleið klokkan 11.35 fer at halda røðu í fólkatingssalinum á Christiansborg.

Tað sigur Henrik Frandsen, fólkatingsformaður úr Moderatunum, við TV 2 News týsdagin.

– Hetta er nakað heilt nýtt. Tað er fyrstu ferð, vit gera hetta. Tað er eitt framhald av, at vit seinastu árini hava latið meira upp, sigur hann við miðilin.

Henrik Frandsen leggur dent á, at avgerðin bert er galdandi fyri hesa einu vitjanina. Røðan verður heldur ikki hildin á einum fólkatingsfundi, men uttan fyri vanliga fundarvirksemið. Vanligur fólkatingsfundur er á skránni í morgin klokkan 13.

Formansskapurin í Fólkatinginum tók avgerðina mánadagin. Har sita fólkatingsformaðurin og fýra næstformenn, sum umboða teir fýra størstu flokkarnar í Fólkatinginum.

Hittir eisini føroysk umboð

Vitjanin hjá Zelenskyj í Fólkatinginum verður eftir ætlan frá klokkan 11 til klokkan 12 í morgin.

Umframt at halda røðu skal forsetin hitta formansskapin, floksleiðarar, formenninar í fólkatingsbólkunum og umboð fyri Føroyar og Grønland.

Zelenskyj vitjaði eisini Fólkatingið í august 2023, men tá helt hann ikki røðu í sjálvum fólkatingssalinum.

Norðurlendskir leiðarar til døgurða

Ukrainski forsetin kemur til Danmarkar týsdagin. Á skránni er millum annað eitt tvílandafundur í Forsætismálaráðnum á Christiansborg klokkan 13.45.

Har luttaka Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og fleiri danskir ráðharrar.

Klokkan 15 skal Zelenskyj saman við Mette Frederiksen taka lut í einari samrøðu á Københavns Universitet um verandi trygdarstøðu.

Týsdagin klokkan 18.15 verður arbeiðsdøgurði við ríkis- og stjórnarleiðarunum í Norðurlondum á Marienborg, sum er embætisbústaðurin hjá danska forsætisráðharranum.

Ukraina hevur verið í kríggi við Russland, síðani russiski forsetin, Vladimir Putin, gav boð um at gera innrás í grannalandið í 2022.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Aksel vil hava rentu av rentu

5 minuttir síðan
Tíðindi

Nasa søkir astronautar sum vilja búgva á mánanum

6 minuttir síðan
Tíðindi

Samráðingarnar í Abu Dhabi eru byrjaðar

1 tími síðan
Tíðindi

Sjófólk rakt av sjúku kunnu fáa fíggjarligan stuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Faðirvár fær nýtt orðaljóð á donskum

2 tímar síðan
Tíðindi

Sunnudagin verður marknaðardagur

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglufólk úr øllum Danmark verja Zelenskyj

2 tímar síðan
Tíðindi

Tín jólahjálp í Á verður tvífaldað

3 tímar síðan
Tíðindi

Útróður á føroyska landgrunninum

3 tímar síðan
Tíðindi

Gud gev mær tín frið

3 tímar síðan
Tíðindi

Politiið sær ofta tilfar sum er gjørt við vitlíki

4 tímar síðan
Tíðindi

Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum

4 tímar síðan