Tíðindaskriv:
Granskingarverkætlanin hjá Heilsugranskingareindini fevnir um børn, sum eru fødd í tíðarskeiðnum 2020-2022. Higartil eru 276 børn kannað, og 52 teirra hava ikki fingið seinnu MFR-koppsetingina. Hetta svarar til sløk 19%.
Tølini eru í tráð við niðurstøðurnar í frágreiðing um barnakoppsetingar, sum Heilsustýrið gav út fyrr í ár.
Tvær koppsetingar geva bestu verjuna
MFR-koppsetingin verjir móti meslingum, fárasjúku og reydlingum. Sambært føroysku barnakoppsetingarætlanini skulu børn koppsetast tvær ferðir við hesi koppsetingini – fyrstu ferð, tá tey eru 15 mánaðir, og seinnu ferð, tá tey eru 4 ára gomul.
Flestu børnini í granskingarverkætlanini hjá Heilsugranskingareindini hava fingið fyrru MFR-koppsetingina. Fyri at børnini skulu fáa bestu verjuna móti sjúkunum, er umráðandi, at tey eisini fáa seinnu koppsetingina. Hetta hevur eisini týdning fyri tey børn, ið ikki hava aldur til koppsetingina, ella ikki kunnu verða koppsett orsakað av sjúku.
Sjúkur, sum kunnu hava álvarsligar avleiðingar
Meslingar, fárasjúka og reydlingar eru ógvuliga sjáldsamar sjúkur í Føroyum í dag, tí flestu børn verða koppsett. Sjúkurnar eru tó framvegis til aðrastaðni og kunnu eisini breiða seg henda vegin – serliga um ov fá børn verða koppsett.
Í londum, har meslingar annars eru at rokna sum útruddaðir, hevur sjúkan gjørt um seg seinastu tíðina. Eitt nú hevur eitt stórt meslingaútbrot verið í Svøríki í heyst, sum byrjaði á einum festivali og breiddi seg skjótt haðani. Í USA hava nógv stór útbrot verið í ár við tilsamans fleiri túsund smittaðum.
Hóast meslingar ofta hava eina milda sjúkugongd, so kunnu teir eisini hava álvarsligar avleiðingar. Meslingar smitta illa og kunnu í álvarsligum førum elva til heilabruna, sum kann hava við sær varandi heilaskaða og í ringasta føri deyða.
Reydlingar og fárasjúka eru vanliga heldur ikki vandamiklar sjúkur, men fyri ávísar bólkar kunnu sjúkurnar hava við sær álvarsligar avleiðingar. Reydlingar eru serliga vandamiklir fyri barnakonur, og fárasjúka kann í ringasta føri raka dreingir og menn eftir kynbúningaraldur meint.
Mælt verður foreldrum til at kanna, um børnini hava fingið báðar MFR-koppsetingarnar. Um ein koppseting manglar, ber til at bíleggja tíð hjá kommunulæknanum.
Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum og Heilsustýrið