Rúmdarfelagsskapurin Nasa søkir nú eftir einum nýggjum ættarliði av astronautum, sum vilja búgva og arbeiða á mánanum.
Astronautarnir skulu eftir ætlanini byggja eina støð á mánanum og skulu leggja grundarlagið undir eina mannaða ferð til mars.
Hetta sigur Nasa á síni heimasíðu og millum miðlarnar, sum bera hesa søgu í dag, er eitt nú norska kringvarpið, NRK.
Umsóknarfreistin, sum Nasa hevur sett, er hin 3. desember í ár.
Fyri at kunna søkja, skalt tú vera amerikanskur ríkisborgari, og tú skal hava eina master-útbúgving innan hóskandi øki.
- Hetta er ein serlig tíð at knýta seg til astronaut-liðið hjá Nasa. Tey, sum vit velja, kunnu ganga á mánanum, búgva og arbeiða á støðini.
Nasa-stjórin, Jared Isaacman, vísir á, at astronautarnir eisini verða partur av einum liði, sum skal menna skipanir, ið skulu føra menniskjað til mars.
Tað verður í endanum av komandi ári, at nýggja ættarliðið av astronautum endaliga verður valt millum umsøkjararnar.
Nasa vónar at kunna senda fólk upp á mánan einaferð í 2028.
Í rúmdarætlanini hjá USA árini 1969 til 1972 vóru tilsamans 12 fólk á mánanum, men síðan 1972 hevur einki menniskja verið her.
Ætlanin hjá Nasa er, at støðin, sum skal byggjast, verður í syðra enda á mánanum.
Á myndini her niðanfyri hevur teknari ímyndað sær, hvussu ein støð á mánanum kann fara at síggja út, og tað er Nasa, sum endurgevur myndina.
