Annar varð tikin klokkan 20.50 og hin 20 minuttir seinni. Báðir høvdu havt koyrikort í minni enn trý ár. Løgreglan tók koyrikortini frá teimum á staðnum, og bilarnir vórðu parkeraðir.
Klokkan 21.15 varð enn ein bilførari máldur at koyra ov skjótt við Norðragøtu. Ferðin varð máld til 108 kilometrar um tíman, og tað gevur klipp í koyrikortið.
Eisini fyrr um dagin tók løgreglan fleiri bilførarar fyri at koyra ov skjótt.
Um tíggjutíðina vórðu tveir tiknir í ferðmátingum í Hvalvík. Annar varð máldur til 117 kilometrar um tíman. Tá trygdarfrádrátturin var drigin frá, varð ferðin sett til 113 kilometrar um tíman. Tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum.
Hin varð máldur til 106 kilometrar um tíman, sum varð niðurskrivað til 102. Tað gevur klipp í koyrikortið.
Við Tunnilsvegin við Norðskála varð ein bilførari um áttatíðina máldur til 79 kilometrar um tíman. Ferðin varð niðurskrivað til 76. Á staðnum var hámarksferðin sett niður í 60 kilometrar um tíman, og tí fær bilførarin klipp í koyrikortið.