Hetta var stutt fyri klokkan trý. Nøkur fólk vóru komin í hornatøkur, og løgreglan skildi tey sundur og sendi tey hvør sína leið.
Tey kunnu vænta sær bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.
Um trítíðina varð løgreglan eisini boðsend á eina bensinstøð. Har var eitt fólk sera uppøst um at hava mist mappuna hjá sær.
Starvsfólkini á bensinstøðini høvdu onga mappu funnið. Løgreglan kom á staðið og fekk viðkomandi at fara til hús.