info
Ongi úrslit

Bæði nýggju skipini hjá Smyril Line rakt av óhappum

Tað hevur ikki gingið heilt eftir ætlan við teimum báðum nýggju farmaskipunum hjá Smyril Line. Fyrst varð Akranes seinkað eftir eitt óhapp á royndartúri, og nú skal Skipanes aftur á skipasmiðju eftir eld í maskinrúminum.

Eirikur Lindenskov
3. september 2026 kl. 16:54

Bæði nýggju Ro-Ro farmaskipini, sum Smyril Line hevur latið bygt í Kina, hava nú verið rakt av óhappum, áðrenn tey eru komin í vanliga sigling hjá reiðarínum.

Í gjár kom eldur í maskinrúmið á Skipanesi, sum tá var á heimferð úr Kina. Eldurin varð sløktur eftir lítlari løtu, og eingin av teimum 23 monnunum umborð fekk skaða. Skipið var tá umleið 20 fjórðingar út fyri Taiwan.

Skipanes fer nú inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Smyril Line sigur, at áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið kann halda fram ferðini og fara undir sigling.

Hendingin kemur bert góðari viku eftir, at Smyril Line fekk Skipanes handað frá CIMC Raffles-skipasmiðjuni í Yantai. Skipið varð handað 25. august og fór síðani undir ferðina heim úr Kina.

Men Skipanes er ikki einasta nýbygda skipið hjá reiðarínum, sum hevur verið fyri óhappi.

Systurskipið Akranes var á royndartúri í juni, tá eitt óhapp hendi við aksel-generatorinum. Tað hevði við sær, at eitt størri umvælingararbeiði mátti gerast, og Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line, segði tá, at arbeiðið kundi seinka skipinum fleiri mánaðir.

Akranes og Skipanes eru tvey nýggj Ro-Ro farmaskip, sum Smyril Line hevur latið byggja sum lið í eini størri endurnýggjan og framtíðartrygging av flotanum. Skipanes er fyrra skipið, sum er handað reiðarínum, meðan Akranes framvegis hevur verið seinkað av umvælingararbeiðinum.

Enn er einki alment upplýst um, hvat var orsøkin til eldin umborð á Skipanesi, ella hvussu stórur skaðin er.

Smyril Line hevur sagt, at felagið harmast um nýggja óhappið, men fegnast um, at øll manningin hevur tað gott og eingin fekk skaða.

Myndin er ikki tøk

Sambært marinetraffic.com nærkast Skipanes í skrivandi stund Kina við 2,5 míla ferð.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Tey rokast í Skúgvi í dag

Í gjár kl. 16:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Minningarhald teirra sjólátnu kring landið í dag

27 minuttir síðan
Tíðindi

Tvey harðskapsmál fráboðað løgregluni

32 minuttir síðan
Tíðindi

Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 18

33 minuttir síðan
Hondbóltur

Kjartan skoraði og legði upp til 10 mál

44 minuttir síðan
Tíðindi

Nógv fólk í býnum og nógv at gera hjá løgregluni

1 tími síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona misti sigurin seinastu løtuna

2 tímar síðan
Tíðindi

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

2 tímar síðan
Tíðindi

Nærum fýra milli­ónir til hjálpar­arbeiðið hjá Reyða Krossi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax og Ejstrup/Hærvejen vunnu stórsigrar

4 tímar síðan
Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

9 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

9 tímar síðan