info
Ongi úrslit
Magdalena Andersson kemur til valveitsluna hjá Javnaðarflokkinum í Stokkhólmi. Fyrstu exit-poll kanningarnar bendu á greiðan reyðgrønan sigur, men fyrsta forsøgnin, sum byggir á veruliga upptaldar atkvøður, vísir nú eitt sera javnt val. Mynd: Jonas Ekströmer/Ritzau Scanpix

Bara eitt tingfólk skilur partarnar í Svøríki

Tað er so javnt sum tað kann verða á svenska ríkisdagsvalinum. Fyrsta forsøgnin hjá SVT gevur reyðgrøna veinginum 175 tingfólk og borgarliga veinginum 174.

Eirikur Lindenskov
13. september 2026 kl. 23:13

Valið í Svøríki kann enda við minsta møguliga meiriluta.

Sambært fyrstu forsøgnini hjá svenska kringvarpinum SVT fáa reyðgrønu andstøðuflokkarnir 175 av teimum 349 sessunum í Ríkisdegnum, meðan borgarliga stjórnin hjá Ulf Kristersson og stuðulsflokkar hennara fáa 174.

Reyðgrøni vongurin stendur til 49,3 prosent av atkvøðunum, meðan borgarligi vongurin stendur til 49,2 prosent.

– Hetta er heilt ótrúligt. Eg vænti, at tað fer at sveiggja alt kvøldið. Hetta er nervapirrandi, sigur valgranskarin Henrik Ekengren Oscarsson í valstovuni hjá SVT.

Eisini svenski valmyndugleikin hevur gjørt eina forsøgn, sum gevur reyðgrøna vonginum minsta møguliga meiriluta: 175 sessir móti 174.

Centerpartiet stuðlar reyðgrøna vonginum, har Socialdemokraterna við Magdalenu Andersson á odda er størsti flokkur.

Kristersson ætlar ikki at geva skarvin yvir

Fleiri svenskir miðlar skriva, at sitandi forsætisráðharrin Ulf Kristersson ikki ætlar at viðurkenna seg sum tapara, sjálvt um reyðgrønu flokkarnir enda við meirilutanum.

Keldur í Moderaterna vísa á, at andstøðan ikki hevur eitt liðugt stjórnaralternativ. Stórur politiskur munur er millum flokkarnar í reyðgrøna veinginum, og serliga kunnu ósemjurnar millum Centerpartiet og Vänsterpartiet gera tað trupult at skipa stjórn.

Borgarligi vongurin hevur roynt at fáa Centerpartiet yvir á sína síðu, men flokkurin hevur higartil avvíst samstarv við Sverigedemokraterna.

Sverigedemokraterna stendur til afturgongd, men flokkurin kann kortini fáa avgerandi leiklut. Hann kann annaðhvørt gerast partur av eini borgarligari stjórn ella halda fram sum stuðulsflokkur.

Forsøgnin hjá SVT byggir á veruliga upptaldar atkvøður. Tá hon varð kunngjørd, vóru atkvøðurnar taldar upp í 2.895 av teimum 6.626 valhølunum.

Fyrstu exit-poll kanningarnar beint eftir klokkan 20 vístu annars ein greiðari reyðgrønan sigur. Men so hvørt sum veruligu atkvøðurnar eru taldar upp, er munurin minkaður niður í næstan einki.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Skipið vitjaði í Havn – fáar vikur seinni vóru 40 menn deyðir

16 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Størv
Kelda: taks.fo

Málsviðgeri til TAKS á Tvøroyri

0 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hanus legði upp til mál í stórsigri hjá NK Aluminij

6 minuttir síðan
Hondbóltur

Jana vann stórsigur á Rakul

36 minuttir síðan
Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

1 tími síðan
Tíðindi

Væntandi verður nakað av útróðri í vikuni

1 tími síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: 07 Vestur og B36 vunnu stórsigrar

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap

1 tími síðan
Fótbóltur

Mattias vann stórsigur á Gullbrandi og Olafi

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hákun var næstbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: AB - B68

2 tímar síðan
Fótbóltur

Skálamenn eru eitt stig longri frá botninum

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti samanlagt við níggju málum

2 tímar síðan