Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld dyst á heimavølli í týsku Bundesliguni móti Gummersbach.
Dysturin í Max Schmelling høllini endaði við 33-28 sigri til Füchse Berlin, ið var á odda 16-13 í steðginum.
Hákun skoraði seks mál upp á níggju málroyndir, og var hann næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Mattias Gidsel var noteraður fyri níggju mál og seks upplegg til mál hjá heimaliðnum.
Füchse Berlin hevur seks stig fyri fýra teir bestu dystirnar.