Eitt ísfiskalínuskip - helst tað seinasta, sum er eftir í vinnu - er í løtuni norðanfyri og fær mest av hýsu og so nakað av toski.
- Skipið kemur væntand inn at landa siðst í vikuni sum kemur.
Men, er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap, eru ístaðin fleiri frystilínuskip úti og royna eydnuna.
- Eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er á Flemish Kap, eitt við Eysturgrønland, og fýra eru í føroyskum sjógvi.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
- Skipið á Íslandsrygginum fær mest av toski og so nakað av svartkalva. Skipið á Flemish Kap fær mest av toski og skipið, sum er í Eysturgrønlandi, fær mest av svartkalva.
Lagt verður aftrat, at veiðan hjá teimum fýra frystilínuskipunum undir Føroyum er ein blandingur av toski, hýsu, longu og brosmu.
Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður harður fyrst í vikuni, men hann batnar, sum vikan gongur, og veðrið verður umskiftandi.
- Vit vænta tó nakað av útróðri, og útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.