Føroyingauppgerð var í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.
Á Marienlyst leikvøllinum í Drammen tóku landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset móti Sandnes ULF, ið hevði Gullbrand í Horni Øregaard sum liðskipara. Í 58. minutti kom Olaf Bárðarson á vøllin fyri Sandnes ULF.
Strømsgodset vann stórsigur 4-1 á Sandnes. Øll fimm málini í dystinum vóru skotin millum 32. og 52. minutt. Jesper Taaje legði fyrst heimaliðið á odda, Mathias Sundberg javnaði tveir minuttir seinni fyri Sandnes, men tað gingu bert tveir minuttir, so hevði Jesper Taaje lagt Strømsgodset á odda 2-1. Beint undan steðginum økti Elias Hoff Melkersen til 3-1, og í 52. minutti staðfesti Erik Ingebrethsen sigurin.
Strømsgodset er triðfremst í deildini við 45 stigum. Teir hava tvey stig upp til Kongsvinger, ið er á øðrum plássinum sum gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina.
Sandnes ULF er fimtaftast við 24 stigum. Teir eru fimm stig frá Åsane, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til triðbestu deildina.