info
Ongi úrslit
Elias Ellefsen á Skipagøtu kann komandi summar skifta THW Kiel út við Aalborg Håndbold. Sambært TV 2 Sport eru partarnir nær við at gera avtalu.

Elias á veg til Aalborg

Elias Ellefsen á Skipagøtu kann vera á veg úr THW Kiel til danska stórfelagið Aalborg Håndbold. Sambært TV 2 Sport eru partarnir nær við at gera avtalu.

Eirikur Lindenskov
21. september 2026 kl. 23:49

Føroyski hondbóltsleikarin Elias Ellefsen á Skipagøtu kann skifta úr týska THW Kiel til Aalborg Håndbold komandi summar.

Tað veit TV 2 Sport at siga.

Sambært upplýsingunum hjá danska miðlinum er Aalborg nær við at kunna kunngera eina avtalu við 24 ára gamla føroyska spælskiparan.

Elias hevur spælt við THW Kiel síðani 2023, men sáttmálin við týska stórfelagið gongur út komandi summar. Tí kann Aalborg fáa føroyingin uttan at rinda Kiel nakað í skiftispeningi.

Aalborg hevur seinastu árini fingið fleiri stór nøvn til felagið, og sambært TV 2 Sport skal Elias vera við til at røkka stóra málinum hjá danska meistarafelagnum: at vinna Champions League.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur eisini verið ein av størstu profilunum á føroyska landsliðnum, sum hevur vakt ans á seinastu endaspølunum.

Aalborg Håndbold vildi sunnukvøldið ikki gera viðmerkingar til upplýsingarnar hjá TV 2 Sport um samráðingarnar við føroyska landsliðsleikaran.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

28 minuttir síðan
Tíðindi

National Geo­graph­ic Endu­rance á Havnini

1 tími síðan
Tíðindi

Trump hevur søguliga lága undirtøku

2 tímar síðan
Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

2 tímar síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í august

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

4 tímar síðan
Tíðindi

Illgruni um val­svik: 223.000 svi­ar kanska á um­val

5 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

6 tímar síðan
Tíðindi

Blindur og rúsaður maður koyrdi 240 kilometrar

6 tímar síðan
Tíðindi

Danmark: NATO skal hava størri ábyrgd av trygdini í Arktis

7 tímar síðan
Tíðindi

Partabrøv í Grønlandi fóru til himmals eftir nýggja USA-avtalu

7 tímar síðan