info
Ongi úrslit

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

Tórshavnar kommuna hevur lagt uppskot um broyting av almennu byggisamtyktini fyri tríggjar matriklar á Argjum til almenna hoyring.

Eirikur Lindenskov
21. september 2026 kl. 21:45

Talan er um partar av matrikklunum 42i, 200a og 200e í Kirkjubøar sókn á Argjum.

Býráðið samtykti uppskotið á fundi seinasta hósdag, 17. september.

Broytingin merkir, at partar av matrikklunum 42i og 200e verða fluttir úr øki, sum er ætlað stakhúsum, í øki, sum er ætlað almennum endamálum, náttúrufriðing og mentanarligum endamálum.

Samstundis verður ein partur av matrikkli 200a broyttur hinvegin – frá almennum øki til øki ætlað stakhúsum.

Í byggisamtyktini er A1 øki ætlað stakhúsum, meðan D1 er øki ætlað almenninginum, náttúrufriðingar- og mentanarligum endamálum.

Tilfarið um broytingina liggur frammi í Snarskivuni frá 21. september til 2. november.

Møgulig mótmæli ella uppskot til broytingar skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 2. november, skrivar Tórshavnar kommuna.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump hevur søguliga lága undirtøku

24 minuttir síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í august

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

1 tími síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

3 tímar síðan
Tíðindi

Illgruni um val­svik: 223.000 svi­ar kanska á um­val

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

4 tímar síðan
Tíðindi

Blindur og rúsaður maður koyrdi 240 kilometrar

4 tímar síðan
Tíðindi

Danmark: NATO skal hava størri ábyrgd av trygdini í Arktis

5 tímar síðan
Tíðindi

Partabrøv í Grønlandi fóru til himmals eftir nýggja USA-avtalu

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til 07 Vestur

6 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðaøkið á Lygnnesi boðið út av nýggjum

6 tímar síðan
Tíðindi

Ólógligt at taka pengar fyri at sleppa á Slættaratind

7 tímar síðan