Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum Ipsos hevur gjørt fyri Reuters.
Tá Trump tók við aftur sum forseti í januar 2025, var undirtøkan 47 prosent. Nú, fáar vikur undan amerikanska miðskeiðsvalinum 3. november, er hon komin niður á 32 prosent.
Afturgongdin sæst eisini millum republikanskar veljarar. 73 prosent av teimum siga nú, at tey taka undir við arbeiðinum hjá Trump. Fyri einari viku síðani var talið 82 prosent.
Ein høvuðsorsøk er sambært Reuters vaksandi ónøgdin við livikostnaðinum í USA.
Síðani USA fór upp í kríggið við Iran í februar, eru prísirnir á bensini og diesel hækkaðir nógv. Tað merkist nú eisini millum veljarar hjá forsetanum sjálvum.
Í nýggju kanningini siga 51 prosent av republikonsku veljarunum, at tey eru ónøgd við handfaringina hjá Trump av búskapinum. Bara 17 prosent av øllum amerikanarum góðkenna hansara handfaring av livikostnaðinum.
Miðskeiðsval nærkast
Tølini koma, nú stutt er eftir til miðskeiðsvalið í USA.
3. november skulu allir limirnir í Umboðsmannatinginum og umleið ein triðingur av Senatinum veljast. Úrslitið kann tí fáa stóran týdning fyri, hvussu lætt ella trupult tað verður hjá Trump at fáa sín politikk samtyktan seinastu tvey árini av forsetaskeiðinum.
Reuters/Ipsos-kanningin vísir eisini, at demokratar í løtuni eru átta prosentstig framman fyri republikanarar, tá amerikanarar verða spurdir, hvønn flokk teir ætla at stuðla í valinum til Kongressina.
Kanningin varð gjørd millum 1.277 vaksin fólk í USA, og statistiska óvissan er umleið trý prosentstig.