- Fyrr í ár varð kunngjørt, at MAP Arkitektar vunnu arkitektakappingina um nýggjan skúlabygning hjá Ítróttaháskúlan í Vági. Nú er næsta stóra stigið tikið, tí helmingurin av fíggingini er fingin til vega. Nú væntast bert fíggingin frá landinum, so skúlabygningurin kann gerast veruleiki.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
- Stýrið í Ítróttaháskúlanum fekk í dag boðini um, at fíggingin er komin upp á pláss frá Nordea-grunninum, umframt at Fólkatingið hevur latið 5 milliónir krónur í stuðli, og Vágs kommuna hevur latið økið í stuðli. Hetta merkir, at arbeiðið við at fremja verkætlanina við nýggja skúlabygninginum kann halda fram.
Víst verður á, at eftir er at fáa stuðulin frá Føroya løgtingi, so farast kann undir at byggja nýggja skúlabygningin.
Í Vágs kommunu fegnast tey um, at verkætlanin nú er komin so mikið langt, at skjótt kann farast undir byggingina.
- Hetta hevur stóran týdning fyri Vág og fyri økið rundan um skúlan. Ítróttarháskúlin verður ein stórur møguleiki fyri Suðuroynna, men eisini fyri Vág, og eg eri sannførdur um, at vágbingar fara at fáa stórt gagn og gleði av skúlanum.
Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu.
Lagt verður aftrat, at nýggi skúlabygningurin til Ítróttaháskúlan skal byggjast á Løðhamri, har Vágs kommuna hevur latið grundstykki til verkætlanina.
- Økið gevur skúlanum góðar karmar og er samstundis eitt gott útgangsstøði fyri ítróttarvirksemi og øðrum virksemi, sum verður knýtt at skúlanum.
Ítróttaháskúlin í Suðuroy varð stovnaður í 2016 og hevur sostatt í ár 10 ár á baki. Við nýggja bygninginum verður nú eitt stórt stig tikið í menningini av Ítróttaháskúlanum og ítróttarumhvørvinum í Suðuroy.
- Vágs kommuna fegnast um, at henda stóra verkætlan nú skjótt gerst veruleiki, verður lagt aftrat.