USA váttar nú, at landið hevur vápn í rúmdini. Hesi ganga eftir einari ás kring jørðina, váttar US Space Force fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Sambært einum talsfólki fyri amerikansku rúmdarhermegina kunnu vápnini verja USA móti álopum frá einum møguligum fígginda.
Hvørji vápn, talan er um, verður ikki sagt í útsøgnini hjá US Space Force - annað enn, at talan bæði er um verju-og álopsvápn.
Bæði Russland og Kina kunnu vera hóttanir móti amerkanskum áhugamálum í rúmdini, sambært US Space Force.
Sagt verður, at millitariseringin av rúmdini hevur verið í gongd í fleiri ár.
Bæði USA og Russland hava arbeitt við ymiskum hættum, ið kunnu fáa fylgisveinar at bera vápn, sum kunnu oyðileggja aðrar fylgisveinar.