info
Ongi úrslit

Hægstirættur vísir Trump aftur í máli um brævatkvøður

Amerikansku statirnir kunnu senda atkvøðuseðlar við postinum sum vanligt eftir úrskurð frá Hægstarætti í USA.

Eirikur Lindenskov
15. september 2026 kl. 01:50

Hægstirættur í USA hevur víst aftur einari umbøn um at lata amerikanska postverkið seta strangari reglur fyri brævatkvøður í verk.

Tað skriva tíðindastovurnar AP og Reuters.

Donald Trump forseti, sum leingi hevur verið ímóti brævatkvøðum, skrivaði síðst í mars undir eini boð, sum ásettu fleiri nýggj og strangari krøv til brævatkvøður.

Mótstøðufólk hava síðan roynt at forða stjórnini hjá Trump í at seta reglurnar í verk. Reglurnar kunnu fáa stóran týdning fyri amerikanska miðvalið fyrst í november.

Á miðvalinum stríðast Donald Trump og Republikanski flokkurin fyri at varðveita meirilutan í Kongressini.

Føderalur dómari steðgaði reglunum

Mánadagin vísti Hægstirættur aftur einari umbøn frá amerikanska løgmálaráðnum um at ógilda ein eldri úrskurð frá einum føderalum dómara.

Dómarin hevði forðað postverkinum í at seta tær nýggju reglurnar í verk.

Tveir av teimum níggju hægstarættardómarunum vóru ósamdir í avgerðini, skrivar Reuters.

Avgerðin merkir sambært AP, at statirnir framhaldandi kunnu senda atkvøðuseðlar við postinum eftir somu mannagongdum, sum teir hava nýtt í áravís.

Ein triðingur atkvøður við brævi

Málið hevur stóran týdning fyri miðvalið 3. november, tí næstan ein triðingur av amerikonsku veljarunum atkvøður við brævi, skrivar AP.

Fleiri statir fóru longu í síðstu viku undir at senda teir fyrstu atkvøðuseðlarnar til amerikanskar veljarar.

Trump hevur leingi funnist at skipanini við brævatkvøðum. Uttan prógv hevur hann givið brævatkvøðunum skyldina fyri, at hann tapti forsetavalið fyri demokraturin Joe Biden í 2020.

Í boðunum frá mars kravdi Trump millum annað, at hvør statur skuldi gera listar yvir amerikanskar ríkisborgarar við valrætti.

Sambært boðunum skuldu atkvøðuseðlar bert sendast til veljarar, sum vóru á góðkendum listum yvir brævatkvøðuveljarar hjá statunum. Brævbjálvarnir skuldu eisini hava eitt serstakt strikumerki, so til bar at spora teir.

/Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

18 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Feðgarnir Smith sýna fram

44 minuttir síðan
Tíðindi

Russisk fregatt skeyt neyð­bluss eft­ir danskari hernaðar­tyrlu

1 tími síðan
Tíðindi

Nato-flogfar skeyt dronu niður í Litava

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

4 tímar síðan
Tíðindi

Málið er at gera allar Føroyar rottufríar

5 tímar síðan
Hondbóltur

Jana skiftir til Nykøbing Falster komandi kappingarár

5 tímar síðan
Tíðindi

USA strikar útlátsmørk fyri orkuverk

5 tímar síðan
Tíðindi

ES útsetir freistina at leingja revsitiltøkini móti Russlandi

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Mattias føroyingauppgerðina

7 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir HB-sigrar og ein javnleikur

8 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Ukraina og Russland samd um ikki at leypa á orkuverk

8 tímar síðan
Tíðindi

Fernisering: At forma, skapa týdning og skilja samanhangir

8 tímar síðan