Norðurlendsku stjórnirnar mugu, alt fyri eitt, fáa greiði á, hvørja støðu Føroyar, Grønland og Áland skulu hava í almenna norðurlendska samstarvinum. Spurningurin skal avgreiðast í endurskoðanini av Helsingforssáttmálanum, sum fer fram í løtuni. Men tann tilgongdin er seinkað, og vit heita nú á stjórnirnar um at avgreiða hetta arbeiðið eftir neyvari tíðarætlan og í tøttum samskifti við tey trý londini. Løgfrøðiliga frágreiðingin er gjørd, og nú er bert eftir hjá teimum at finna ein loysn. Kemur málið í drag, er vandi fyri, at Norðurlond missa Grønland og Føroyar.
Helsingforssáttmálan hava teir fimm norðurlendsku statirnir gjørt; ein sáttmáli, sum síðan 1962 hevur verið grundarlag undir almenna norðurlendska samstarvinum. Í fleiri ár hevur støðan hjá teimum trimum londunum verið eitt av týdningarmestu óloystu málunum í samstarvinum, og tað er ikki eitt burtur av formligt mál.
Formaðurin fyri Naalakkersuisut, Múte B. Egede, segði á sessiónini hjá Norðurlandaráðnum í Oslo í 2023: “Vilja tit ikki taka vinalagið við okkum í álvara og tryggja, at vit eru við og verða hoyrd, mugu vit endurskoða luttøku okkara her”. Og í mai í 2024 setti hann politiska samstarvið hjá Grønlandi á stjórnarstigi í Norðurlandaráðnum á steðg, eftir at svenski formansskapurin hevði boðað frá, at tey trý londini ikki fóru at vera boðin við á summarfundin hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum.
Á sessiónini í Reykjavík í oktobur í 2024, segði løgmaður Føroya, Aksel V. Johannesen: “Antin eru vit veruliga við ella eru vit als ikki við”.
Vit taka hesar útsagnir í álvara. Bæði Grønland og Føroyar hava gjørt greitt, at luttøka teirra er treytað av, hvussu málið verður loyst. Vit eru stúrin um, hvønn týdning tað fær fyri norðurlendska samstarvið, um hetta kemur í drag, ikki minst nú, ið samstarvið um trygd og tilbúgving í Norðurlondum og Arktis hevur fingið nýggjan týdning.
Tað var Norðurlandaráðið, ið tók stig til at dagføra sáttmálan. Tilmæli 21/2024, sum millum annað snýr seg um, at luttøkan hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í samstarvinum, skal endurspegla menningina í sjálvstýri teirra, var í oktobur í 2024 einmælt samtykt í ráðnum. Harumframt hevur ráðið, eftir at Føroyar hava tikið stig til hetta, givið teimum trimum londunum fast pláss í presidii sínum frá 1. januar í 2026, og í 2027 verður formanssætið í Norðurlandaráðnum býtt millum Danmark, Føroyar og Grønland.
Stjórnirnar eru eisini byrjaðar. Í februar í 2025 samtyktu tær, at ein løgfrøðilig frágreiðing skuldi gerast um altjóðarættarligu karmarnar fyri luttøku hjá teimum trimum londunum í sáttmálanum. Frágreiðingin, sum Elina Pirjatanniemi og starvsfelagar hennara á Åbo akademii gørdu, varð almannakunngjørd í februar í 2026. Hin 16. mars í 2026 settu samstarvsráðharrarnir eina nevnd við umboðum fyri stjórnirnar í teimum átta londunum at gera uppskot um broytingar av Helsingforssáttmálanum viðvíkjandi luttøku hjá teimum trimum londunum. Hetta eru týdningarmikil stig á leiðini, og vit virða tað arbeiðið, sum er gjørt.
Sambært arbeiðssetninginum skuldi uppskotið frá nevndini vera klárt til sessiónina hjá Norðurlandaráðnum í Helsingfors í hesi vikuni. Ístaðin fáa samstarvsráðharrarnir eina statusrapport á fundi teirra hin 28. oktobur. Vit skilja, at eitt so týdningarmikið mál krevur nágreiniliga fyrireiking, men vit vóna, at statusrapportin verður eitt stig á leiðini og ikki ein steðgur. Tess longri málið dregur út, tess truplari kann tað gerast at varðveita tað álitið, ið er bygt upp.
Tí hevur hetta skund.
Lars Barfoed, formaður í Foreningen Norden Danmark
Torbjörn Nyström, formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum
Sara Fleischer, forfólk í Foreningen Norden Grønland
Hrannar Björn Arnarsson, formaður í Foreningen Norden Island
Maiken Poulsen Englund, formaður í Föreningen Norden Åland