Menninir áttu 7,3 mia. kr. og kvinnurnar 5,1 mia. kr. av teimum 12,4 mia. kr. tilsamans. Eftirlønaruppsparingarnar í Føroyum øktust við 1 mia. kr. ella við 9% frá 2024 til 2025.
Harafturat áttu føroyingar privatar eftirlønaruppsparingar í donskum pensjónsfeløgum fyri 3,5 mia. kr. í 2025. Samlaða privata eftirlønaruppsparingin var tí 15,9 mia. kr. ella 54% av BTÚ í 2025.
Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.