Fyrsti bilførarin varð tikin beint fyri klokkan tíggju. Hann koyrdi 102 kilometrar um tíman. Beint eftir klokkan tíggju varð ein tikin fyri at koyra 105 kilometrar um tíman, og ein triði varð máldur at koyra 102 kilometrar um tíman.
Klokkan hálvgum tólv varð ein bilførari tikin á sama stað fyri at yvirhála tvørtur um fult upptrektar linjur. Tað gav eisini klipp í koyrikortið.
Í Suðuroy varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring stutt eftir klokkan ellivu.
Um hálvgum tvey varð ein hundaeigari skuldsettur fyri brot á hundalógina. Hundurin var uttan umsjón og ikki tryggjaður. Eigarin fekk bót.
Stutt fyri klokkan tvey kom løgreglan fram á ein mann, sum ikki dugdi at skikka sær. Hann varð tikin við á støðina at sova rúsin av og varð latin leysur aftur klokkan tvey í nátt. Hann fekk onga bót.