Í dag er spanska drotningin Sonja til almenna upplating av einari framsýning á kenda savninum í Malaga, Museo Picasso.
Spanska kongshúsið sigur, at vegna syrgiligu tokvanlukkuna í Spania gjáramorgunin eru broytingar í skránni.
– Museo Picasso Málaga hevur váttað, at upplatingin av framsýningini verður sum ætlað, men at minni verður gjørt burturúr enn ætlað.
Kongshúsið sigur, at ætlaði veitsludøgurðin eftir upplatingina er avlýstur.
- Í morgin fríggjadagin verður skráin í Museo Picasso sum ætlað, leggur spanska kongshúsið aftrat.