Mikukvøldið spældu Marita Mortensen og liðfelagarnir í Nykøbing-Falster fjórðingsfinalu í donsku steypakappingini.
Talan var um torføran arbeiðssetning á útivølli móti toppliðnum, Odense.
Odense livdi upp til stóru favorittstøðuna og vann stórsigur 38-25 á Nykøbing-Falster. Í steðginum var alt avgreitt. Tá var Odense á odda 24-11.
Tað gekk illa við málskjótingini hjá Maritu, ið skoraði eitt mál upp á sjey málroyndir. Hon var eisini noterað fyri eitt upplegg til mál.
Í morgin klokkan 17.30 spæla Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Keypmannahavn fjórðingsfinalu á útivølli móti toppliðnum, Esbjerg. Sama kvøld klokkan 19.30 spæla Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg fjórðingsfinalu á heimavølli móti Ikast.