Íslendska skipa- og flutningsfelagið Samskip fær spanskar eigarar. Boluda Shipping hevur gjørt avtalu um at keypa allan partapeningin í felagnum, varð kunngjørt mikudagin 28. oktober.
Keypið er treytað av góðkenning frá viðkomandi myndugleikum og av, at aðrar avtalutreytir verða loknar. Eftir ætlan verður sølan endaliga avgreidd 1. januar 2027.
Sambært Morgunblaðnum er keypsprísurin í trúnaði. Verandi høvuðseigararnir, Ólafur Ólafsson og Ingibjörg Kristjánsdóttir, fara úr eigarahópinum, tá ið sølan er avgreidd.
Boluda Shipping er partur av spanska samtakinum Boluda Corporación Marítima. Við keypinum verður flutningsnetið hjá Samskip í Norðurevropa og Norðuratlantshavi knýtt saman við netið hjá Boluda í Suðurevropa, Kanariuoyggjunum og Vesturafrika.
Sambært feløgunum er málið at bjóða kundunum fleiri sambond, størri flutningsorku og álítandi tænastur. Feløgini samstarva longu um flutning í Spania.
Samskip hevur íslendskar røtur og høvuðssæti í Rotterdam. Ólafur Orri Ólafsson heldur fram sum stjóri og skal hava ein týðandi leiklut, tá ið virksemið verður samskipað undir nýggju eigarunum.
Í fráboðanini leggja feløgini dent á, at Samskip-navnið og íslendski upprunin framvegis skulu hava týdning í virkseminum. Nýggju eigararnir ætla eisini at styrkja virksemið í Íslandi og økja sambondini við útlendskar marknaðir.
Ongar ítøkiligar broytingar fyri Føroyar eru nevndar í fráboðanini.
Til keypið er endaliga avgreitt, halda Samskip og Boluda Shipping fram sum sjálvstøðug feløg.
Keldur: Fráboðanin hjá Samskip og Morgunblaðið.