Í allarseinasta sekundinum syrgdi Pætur Johansen (savnsmyndin) fyri, at StÍF fekk eitt stig við sær úr Havn. Talan er um fyrsta stigið hjá StÍF í hesum kappingarárinum í Burn Mansdeildini.
Neistin og StÍF leiktu javnt 28-28 í høllini á Hálsi norður. Í steðginum var StÍF á odda 17-14.
Mortan Eyðunarson var við níggju málum toppskjútti hjá Neistanum. Umframt at bjarga StÍF eitt stig móti dystarenda var Pætur Johansen eisini toppskjútti hjá strandingum við 11 málum.
H71 er fremst við 10 stigum og VÍF er næstfremst við átta stigum. Neistin hevur sjey stig, Kyndil hevur seks stig og KÍF og EB hava fýra stig hvør. Team Klaksvík hevur tvey stig og StÍF er aftast við einum stigi.
Í morgin klokkan 16 verður dystur Í KÍ-høllini millum Team Klaksvík og KÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Neistan og StÍF:
-
©