- Tað verður ræðuligt, um eg ikki sleppi aftur til Føroya, men eg trúgvi framvegis, at eg fari at fáa uppihaldsloyi, sigur ÍF’arin, Clayton Soares.
Týsdagin bar in.fo tíðindini um, at Clayton Soares sannlíkt ikki fór at spæla við ÍF aftur komandi kappingarár. Orsøkin var, at brasilski spælarin, sum hevur spælt fótbólt í Føroyum í 15 ár, nú ikki fær nýtt uppihaldsloyvi.
Clayton Soares er í Brasil hjá konu síni og soninum og tað hevur eydnast Sparta, ítróttarsendingini í KVF, at samskifta við hann um teldupost.
- Tað verður ringt, um eg ikki fái uppihaldsloyvi í ár, tí eg havi eisini søkt fyri konu mína og son okkara. Um eg ikki fái uppihaldsloyvi, so verður tað ræðuligt, tí eg havi eisini ætlanir um at vera í Føroyum í langa tíð framyvir. Eg havi búð í Føroyum í 15 ár, og hetta var fyrstu ferð, at hetta hendi, sigur hann.
Clayton Soares do Nascimento greiddi frá, at trupulleikin er, at hann í 2015 hevði forvunnið meiri, enn lógin loyvir. Hann sigur, at hetta kom púra óvart á hann, tí hann søkti eisini um uppihaldsloyvi í 2016, og tá vóru ongar viðmerkingar frá Udlændingestyrelsen.
- So kom ein løgreglumaður heim til mín síðst í septembur 2016. Hann segði at eg í 2015 hevði forvunnið ov nógv. Eg segði við hann, at eg ikki visti av hesum, tí eg søkti um loyvi í 2016 og fekk tað, sum vant. Eingin fortaldi mær nakað, eg helt, at alt var í lagi, sigur hann við Sparta.
Clayton Soares sigur, at tað var ongantíð hansara ætlan at svika ella forvinna meiri, enn hann hevði loyvi til.
- Eg fortaldi teimum, at eg ikki visti av tí, tí eg arbeiddi sum vant í 2015. Um eg gjørdi skeivt, so var tað ikki mín ætlan at forvinna meira, enn eg hevði loyvi til, sigur hann við KVF.
Hann vónar tó framvegis, at hann aftur sleppur at lata seg í reyða ÍF-búnan, tá føroyska fótbóltsárið byrjar aftur.
- Um eg havi gjørt nakað skeivt, so var tað ikki meiningin at bróta lógina. Eg eri sera keddur um hesa støðuna, men eg trúgvi framvegis, at eg fari at fáa uppihaldsloyvi, sigur Clayton Soares.
Samrøðan varð send í Sparta í gjár, í samband við at uppihaldsloyvir hjá ítróttarfólkum vóru viðgjørd í sendingini.
Clayton: Eg vóni enn Clayton: Eg vóni enn
- Tað verður ræðuligt, um eg ikki sleppi aftur til Føroya, men eg trúgvi framvegis, at eg fari at fáa uppihaldsloyi, sigur ÍF’arin, Clayton Soares.
info
Danjal av Rana
24. februar 2017 kl. 15:16
Mest lisið hesa vikuna
Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina
24. oktober kl. 21:15
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
24. oktober kl. 15:02
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
21. oktober kl. 16:21
Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk
22. oktober kl. 12:18
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
20. oktober kl. 12:55
Tað verður illveður um vikuskiftið
22. oktober kl. 09:16
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Kropslutir av manni funnir í Rínánni
20 minuttir síðan
Tíðindi
Átta leiðarar í Norðurlondum: Bjóða tøknirisunum av
26 minuttir síðan
Tíðindi
FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini
55 minuttir síðan
Tíðindi
Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik
1 tími síðan
Tíðindi
Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge
2 tímar síðan
Tíðindi
TEENS á Naxos
2 tímar síðan
Tíðindi
Oxford Street verður gongugøta
2 tímar síðan
Tíðindi
Hoyvíkar Kirkja 19 ár
3 tímar síðan
Tíðindi
Kanna viðgerðir á Ríkissjúkrahúsinum
3 tímar síðan
Tíðindi
Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum
4 tímar síðan
Tíðindi
Keypið av Biritu er hjá Kappingareftirlitinum
5 tímar síðan
Fótbóltur
Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF
5 tímar síðan