Tað gongur framúr væl hjá føroyska málverjanum, Gyltu Djurhuus á Neystabø og hennara liðfeløgum í Skuru IK.
Skuru hevur nú vunnið seg til hálvfinaluna í svensku steypakappingini.
Í Nacka Bollhall vann Skuru seinnapartin í fjórðingsfinaluni 39-34 á Ystad. Skuru legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og var á odda 24-17 í steðginum.
Tíverri hevur svenska hondbóltssambandið ikki nøkur hagtøl tøk fyri málverjar í steypakappingini.
HER ber til at síggja og hoyra eina samrøðu Instagram-rásin hjá Skuru IK hevur havt við Gyltu og kappingarneytan, Anne-Sofia Lauridsen, ið er úr Aalborg um hvussu tær báðar sum nýggir leikarar hava funnið seg til rættis í Stokkhólmi:
https://www.instagram.com/reel/DceSTdcjbJu/