info
Ongi úrslit

"Grøni" maðurin fer at gera fleiri gøtur

- Tað er sum altíð grøni maðurin í bygdini, Finnbogi Joensen, sum stendur fyri arbeiðinum í viðarlundini, siga tey í Vestmanna kommunu

Vilmund Jacobsen
36 minuttir síðan

- Nú verður arbeitt við at gera fleiri gøtur í viðarlundini í Vestmanna, soleiðis at bæði íbúgvar og vitjandi fáa enn fleiri møguleikar at njóta vakra náttúruøkið.

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.

- Ein av nýggju gøtunum fer at ganga niðan til gjónna. Haðani verður møguligt at njóta eitt serstakliga vakurt útsýni og uppliva náttúruna úr einum nýggjum sjónarhorni.

Sagt verður, at endamálið við nýggju gøtunum er at skapa fleiri møguleikar hjá fólki at ganga og trilla túrar í viðarlundini, bæði styttri og longri túrar.

- Tað er sum altíð grøni maðurin í bygdini, Finnbogi Joensen, sum stendur fyri arbeiðinum í viðarlundini.

Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at viðarlundin er eitt gott stað at leita sær út í náttúruna, fáa fríska luft og njóta friðin, og við nýggju gøtunum verður økið enn meira hugaligt at vitja.

- Vit fara í næstum eisini at gera eina nýggja gangibrúgv yvir um Gjógvará, millum viðarlundina og Garðatún, siga tey í Vestmanna kommunu.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

15 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Illgruni um sabotasju eftir tokvanlukku í Fraklandi

6 minuttir síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona reyk úr steypakappingini aftaná brotskastskapping

21 minuttir síðan
Hondbóltur

Skuru hevur vunnið seg í hálvfinaluna í svensku steypakappingini

56 minuttir síðan
Tíðindi

Kann gera Føroyar til land við ongum útláti

1 tími síðan
Fótbóltur

Geza skoraði framúr vakurt langskotsmál fyri Grimsby Town

1 tími síðan
Tíðindi

76 staðfest deyð í eldi og royki

1 tími síðan
Tíðindi

Fiskivinnufeløg krevja grønlendskar kvotur bodnar út av nýggjum

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Poul Kallsberg skoraði sigursmálið hjá Hillerød

2 tímar síðan
Tíðindi

Vesturevropa hevði heitasta summarið nakrantíð

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjóða 1.750 fermetrar í Saltangará út til bústaðarbygging

3 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen ætlar sær eitt valskeið afturat

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein revolutión sum skuldi fáa Føroyar inn í nútíðina

4 tímar síðan