Eitt petti av einum tokspori varð funnið á skinnarunum eftir vanlukkuna, og nú verður kannað, um tað kann vera lagt har við vilja.
Tað upplýsa franskir ákærar leygardagin sambært AFP.
Tilsamans 186 ferðafólk vóru í tokinum, sum koyrdi millum Rouen og Caen í Normandí í útnyrðingspartinum av Fraklandi.
Umleið klokkan 19.45 fór tokið av sporinum nærindis einari Renault-verksmiðju í býnum Cléon. Ein vognur koppaði á liðina, og fýra aðrir vognar fóru av sporinum.
44 fólk fingu skaða.
Eitt petti av einum tokspori varð síðani funnið á skinnarunum. Sambært Sébastien Gallois, ákæra í Rouen, verður nú fyrst og fremst kannað, um talan kann vera um eina tilætlaða gerð, sum hevði til endamáls at elva til skaða.
– Orsøkin til, at tað var har, er ókend og má staðfestast av kanningarleiðarunum, sigur hann.
Tokførarin varð kannaður fyri bæði rúsdrekka og rúsevni, men royndirnar vóru negativar.
Stórt tilbúgvingarátak
Vanlukkan hevði eitt stórt tilbúgvingarátak við sær. 130 sløkkiliðsfólk, fimm læknatoymi og 80 akfør vórðu send á staðið.
Ferðafólk lýsa hendingina sum ógvusliga.
– Brádliga komu nøkur rykk, og eftir umleið trimum sekundum gjørdust tey alsamt harðari, sigur 24 ára gamli Louis við útvarpsstøðina ICI Normandie.
Hann greiðir frá, at hann ikki megnaði at sita í setrinum, rútar brotnaðu, og grót frá toksporinum kom inn í vognin.
Ein 18 ára gomul kvinna varð fyrst søgd at vera í lívsvanda. Leygardagin var hon ikki longur í lívsvanda, men hon er framvegis innløgd.
/Ritzau/AFP/