Demokraturin Jonathan Kreiss-Tomkins verður nýggjur guvernørur í Alaska. Tað skriva tíðindastovan AP og NBC News sambært Ritzau.
Hann vann á trimum republikanskum valevnum, teirra millum einum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, stuðlaði.
Úrslitið er enn ein sigur hjá Demokratunum á amerikanska miðskeiðsvalinum fyrr í november. Flokkurin hevur eisini vunnið guvernørsessin frá Republikanarunum í Nevada, Iowa, Ohio, Texas og Georgia.
Demokratar hava sostatt 30 guvernørsessar, meðan Republikanarar hava 20.
Livikostnaður og skúlar í miðdeplinum
Jonathan Kreiss-Tomkins er 37 ára gamal og hevur áður verið limur í lóggávutinginum í Alaska. Hann verður eisini róptur JKT.
Í valstríðnum hevur hann serliga lagt dent á livikostnað og fígging av skúlum. Hann hevur eisini talað fyri, at olju- og gassframleiðarar skulu gjalda felagsskatt í statinum.
Kreiss-Tomkins hevur sagt, at Alaska er farið í sor eftir átta ár við republikanska guvernørinum Mike Dunleavy, og at tørvur er á broytingum. Samstundis hevur hann boðað frá, at hann er sinnaður at samstarva við bæði demokratar og republikanarar.
Meiriluta í báðum kømrum
Demokratar hava eisini vunnið meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum.
Enn er senatsvalið í Alaska ikki avgjørt. Men greitt er, at Demokratar fáa í minsta lagi 55 sessir í Senatinum, meðan Republikanarar higartil hava fingið 44.
Í Umboðsmannatinginum hava Demokratar fingið 256 sessir og Republikanarar 169. Tíggju sessir eru enn ikki býttir.
Alaska er størsti amerikanski staturin í vídd. Hann hevur landamark móti Kanada, men einki landamark móti øðrum amerikanskum statum.
/ritzau/